Kollveltandi broytingar í Club 20

Í diskotek Club 20 hevur verið øgilig rokan seinastu dagarnar. Arbeitt hevur verið av øllum alvi, at fáa hølini klár nú stórar og umfatandi umbyggingar eru gjørdar. Millum annað er diskotekið vorðið til eitt gott live-stað og fer tað í framtíðini at gera nógv burturúr livandi tónleikinum

Rokan hevur verið í innasta horninum í klubbagarðinum seinastu dagarnar. Diskotek Club 20 hevur nevniliga gjørt stórar og umfatandi umbyggingar í hølunum, og kunnu kundarnir nú vænta sær eitt heilt øðrvísi diskotek og eitt spildurnýtt live-stað. Alt í einum.
? Vit hava bygt nýggjar møblar og fingið sofasett uppi á. Nakrir veggir eru tiknir niður, og ein stórur nýggjur pallur er gjørdur, so nú hava vit gott pláss til livandi tónleik, sigur Petur Olsen, sum sjálvur annar eigur og rekur Club 20.
Pallurin er 1,90 metrar yvir áhoyrarunum. 12 nýggir ljósprojektørar eru keyptir, og er eitt spildurnýtt anlegg keypt, sum skal bara brúkast til tann livandi tónleikin.
? Hetta er tað størsta tónleikaanleggið í Føroyum. Nú hava vit eitt til plátuvendaran og eitt til tann livandi tónleikin. Vit hava fáa professionella hjálp til ljóðið inni í hølunum. Jóhannus Steingrund, sum hevur tikið sær av ljóðviðurskiftunum í Mentanarhúsunum í Fuglafirði, kemur at hjálpa okkum við tí, greiðir Petur Olsen frá.

Stórskíggjar

Sum nakað serligt, so koma hátalararnir at hanga uppiyvir øllum fólkunum. Hetta fyri, at ljóðið skal vera so gott sum møguligt.
? Vit hava valt at gera tað á hendan hátt, tí tá hátalararnir standa ov lágt, so skal ljóðið ígjøgnum kroppar og møblar áðrenn tað kemur fram. Nú kemur tað beinleiðis í oyruni á tey, ið lurta, fortelur diskotek-eigarin.
Nú verður ein roynd við livandi tónleiki koyrd í eina tíð. Og gongst alt eftir ætlan, verður hetta ein fastur táttur í Club 20. Hetta merkir tó ikki, at diskoteki fer í søguna. Ætlanin er, at diskotek og livandi tónleikur skulu blandast saman, soleiðis, at tað verður pláss fyri báðum ? nakrar tímar hvør.
? Kanska vit fara at lata uppaftur hóskvøld nú, og gera tað til eitt live-kvøld, sigur Petur Olsen. Club 20 hevur havt stongt hóskvøld nú tær seinastu 5-6 vikurnar.
Við pallin, sum er 1,9 metrar yvir áskoðarunum, eru eisini upptøkutól. Tey vísa so pallin og tónleikararnar aftur á stórskíggja niðri í salinum, so øll, sum eru inni kunnu síggja, hvat gongur fyri seg á pallinum. Harafturat er ætlanin at fáa samband niður til tað stóra sjónvarpið sum stendur niðri undir, so tað eisini kann vísast har niðri.
Umframt at hava gjørt hesar umfatandi umbyggingarnar uppiá, so eru wc´ini eisini gjørd í stand. Ein wc-kumma er komin afturat inni hjá konufólkunum, og annars eru tey sum heild »shinað« upp.
? Hetta hevur verið kostnaðarmikið, men ikki meira enn prísurin eigur at vera, tá man skal vera best, sigur Petur Olsen, sum ásannar, at kappingin er vorðin harðari og meira.
Í og við, at Club 20 fer at vera live-stað burturav, so verður nú eisini strembað eftir at fáa miðalaldurin eitt sindur upp.
? Club 20 hevur altíð verið fyri øll, men við tí rætta livandi tónleikinum og tí rætta plátuvendaranum, so kunnu vit kanska fáa miðalaldurin eitt sindur upp.
Sitipláss eru til heili 150 fólk, og hølini eru stór og rúmlig, so hetta man uttan iva vera eitt tað størsta dansistaðið í landinum.
Um vikuskiftið verður fýra ára føðingardagur í Club 20. Partafelagið, sum eigur Club 20, varð stovnað í 1999, og tí verður nógv gjørt burturúr um vikuskiftið. Fríggjakvøldið verður Jens Marni Band at hoyra og leygarkvøldið verður Prix-bólkurin Déja Vu, umframt, at tað sjálvsagt eisini verður diskotek. Eigarmaðurin lovar eisini nógv góð tilboð í barrini til teirra, ið leita sær oman í Club 20.