Í hesum døgum vitjar eitt toymið frá Jesus Revolution í Føroyum. Tey longu havt fleiri konsertir, og hava framførslu í kvøld í Badmintonhøllini í Havn. Við í toyminum er 21 ára gamla hoyvíksgentan Marita Jøkladal. Hon greiðir frá, at henda konsertin fer at minna nógv um tær, sum verða hildnar í øðrum stórum býum úti í heimi.
- Endamál okkara er tað sama - at røkka ungdómin við gleðiboðskapinum. Og so er líkamikið um hann býr í London, Paris ella í Føroyum, sigur Marita sum hevur verið við í Jesus Revolution síðani í august mánaði í fjør.
Sjálv konsertin hóskvøldið varir í góðan tíma, har limirnir í bólkinum luttaka við sangi, dansi og vitnisburði.
Marita og hinar í bólkinum hava havt framførslur í fleiri stórum býum í Europa. Eftir vitjanina í Føroyum liggur leiðin til Íslands, Spanien og helst eisini Italien.










