Kollafjørður og grundstykkir

Kollafjørður hevur nú verið partur av Tórshavnar kommunu í sløk átta ár

Ásannast má, at báðir partar samanumtikið hava notið væl av hjúnalagnum hesi árini, hóast okkurt altíð kundi verið betri, treyðugt so.

 

Gongdin higartil

 

Stórar útbyggingar eru farnar fram í Kollafirði í hesum tíðarskeiði, td. á skúla-, ítrótta- og havnarøkinum – útbyggingar, sum hava verið og koma at vera bæði kollfirðingum og kommununi sum heild at frama.

 

Táverandi Rás Tórshavn (sum Føroya Tele seinni yvirtók) og Bussleiðin rukku eisini norður til Kollafjarðar frá fyrsta degi.

 

Hetta var alt samalt nakað, ið táverandi bý- og bygdarráð vóru komin ásamt um undir samráðingunum sínámillum um samanleggingina.

 

Og sum táverandi borgarstjóri kann eg í dag ikki annað enn fegnast um, at tað hevur eydnast kommununi at halda orð. Allar avtalur, ið gjørdar vóru, eru hildnar.

 

Sakna grundstykki

 

Tó skal eg vera tann fyrsti at viðganga, at tað á einum øki als ikki hevur gingist eftir vild, og tað er viðvíkjandi spurninginum at útvega lendi til útstykkingar av grundstykkjum.

 

Hetta hevur sum vera mann elvt til stóra misnøgd millum serliga tey ungu í Kollafirði, sum orsakað av vantandi grundstykkjum tíverri hava verið noydd til at flyta av bygdini fyri at fáa tak yvir høvdið.

 

Tað sigur seg sjálvt, at hetta ikki er nakað, sum kommunan á nakran hátt kann reypa sær av – og tískil nívir hetta sjálvandi eisini okkum býráðslimir meint.

 

Vit kunnu tó bert staðfesta, at hóast tað ikki hevur skortað uppá vilja, hevur tað tíverri víst seg at vera púra ógjørligt at fáa hendur á lendi til hetta endamál.

 

Orsøkin greið

 

Kollafjørður er sum kunnugt gomul bóndabygd við ikki færri enn 11 festum, og uttan at fara niður í smálutir, so kemst ikki uttanum, at hetta hevur verið høvuðsatvoldin til, at tað ikki hevur eydnast okkum higartil at fingið sett skjøtul á á hesum øki.

 

Fari í hesum sambandi at tilskila mær rætt til staðiliga at vísa aftur øllum illgitingum um, at hetta skal vera liður í eini strategi hjá býráðnum at beina fyri Kollafirði og tess grannabygdum sum búplássum....

 

Vónandi tekur ongin slíkt ørvitistos í álvara, tí hetta er sjálvandi púra burturvið og kann bara hava sín uppruna í onkrum sjúkum høvdi.

 

Gevast ikki so

 

Kommunan gevst tó ikki á hondum, men fer sjálvandi at halda fram við royndunum at fáa eina ella aðra loysn í lag, soleiðis at farast kann undir útstykkingar av grundøkjum í Kollafirði skjótast gjørligt.

 

Hetta fari eg eisini at leggja stóra áherðslu á í mínum framhaldandi arbeiði sum býráðslimur, fái eg við tínum stuðuli fótin innum aftur á Vaglinum 11. november.

 

Tað kanst tú vera fullvísur í.

 

Gott val.

 

 

Leivur Hansen,

Býráðslimur og valevni á Lista E