Kollafjørður: Inni í Firði og úti í Firði

Øssur av Steinum

Síðan Kollafjørður gjørdist partur av Tórshavnar kommunu eru fleiri nøvn sett á gøtur, vegir og býlingar í bygdini. Alt gott um hettar, men í alt ov nógvum førum eru hesi nøvn sett við ongum skili og eru tí beinleiðis missvísandi.
Vit hava t.d. hugtøkini inni í Firði og úti í Firði. Her meinast ikki við nakað ávíst stað, men partar av bygdini.
Tá menn í byrjanini av fimti árunum tosaðu um at fáa bygdini eitt bygdarhús, varð dúgliga tosað um, hvar hetta húsið skuldi standa. Semja fekst um, at tað hvørki skuldi vera inni í Firði ella úti í Firði.
Hulduvíkin varð vald og Wenzel Djurhuus, Wenzel á Heyggi, biðin um at lata grundstykkið.
Nú er inni í Firði gjørt til eitt staðarnavn av Ósabakka og heilt fram at Barðgili (Rólvi Djurhuus), hóast mong staðarnøvn eru her. Býlingasavnið á Heyggi er burtur. Langasandur er nú víðkaður, so hann tekur við á Ósabakka og røkkur heilt út at Kópasteini, og soleiðis kundi ein hildið fram at nevnt mistøk/skeivleikar við navnaásetingum í Kollafirði.
Til síðsta løgtingsval lýsti Tórshavnar býráð við, at fólk í Kollafirði, Signabø og Oyrareingum valdu har og har. Hvat er hetta fyri nakað?
Annaðhvørt verða allir býlingar í bygdini nevndir ella eingir. Vit sum búgva her eru jú øll kollfirðingar, líka mikið hvar í bygdini vit so búgva. Ein kann loyva sær at spyrja, um eitt býráð uttan orð ella eið hevur loyvi at broyta adressu hjá fólki?
Eg havi t.d. í mong ár búð á Ósabakka, men nú skal hetta ikki longur vera so, men inni í Firði.
Síggi, at fólk eru farin at fáa sær navnabrettir á húsini, tí tey eru tikin av ræði. Hetta er væl skiljandi, tí við hetta lag eru um nøkur fá ár mong av okkara vøkru staðarnøvnum burtur. Tann skaðin bøtist ikki aftur.
Vit hava bæði 1. valda býráðslimin og Kollafjarðarnevndina, men tað tykist, sum tey einki hava at siga í hesum máli.
Eg veit, at fólk frá hond hava klagað til býráðið um hesi viðurskifti, men tað er sum at sletta vatn á gás. Heitt verður tí enn einaferð á býráðið, um at fáa hesi mistøkini í Kollafirði rættaði og biðið verður eisini um at farið verður skynsamari fram.