Føroyska matstovan koks er tilnevnd í kappingini at gerast besta matstovan í ríkinum.
Tað er Den Danska Spiseguide, sum hvørt ár útnevnir Danmarks Bedste restaurant, og í ár er Koks saman við fýra øðrum matstovum við í kappingini um hetta heitið.
Umframt KOKS eru Noma, Geranium, Kadeau og Mielche & Hurtigkarl við í kappingini um at fáa heitið besta matstovan í ríkinum.
- Hetta er rættiliga stórt fyri KOKS, tí ein slík tilnevning er avgjørt við til at geva okkum sjálvsálit og árræði at halda fram við tí, vit gera, sigur Leif Sørensen, sum er høvuðskokkur á KOKS.
Nevndin, sum skal kjósa bestu matstovuna, skal eta døgurða hjá øllum teimum fimm tilnevndu matstovunum, og út frá eini heildarmeting verður besta matstovan funnin.
Í kvøld skal KOKS halda sín døgurða fyri nevndini.
- Tey eru seks persónar úr nevndini, og so eru eisini danskir journalistar við. Harafturat hava vit boðið nøkrum føroyingum við, so tilsamans borðreiða vit fyri 32 fólkum í kvøld, sigur Leif Sørensen.
Á serstøku matarskránni fyri gestunum verður millum annað hummari, krabbi, toskur, skrubba, lamb og havhestur.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Leif Sørensen greiða frá.