Søgan hjá Koenigsegg gongur aftur til 1996 í Svøríki, tá Christian von Königsegg og Michael Bergfelt presenteraðu sína fyrstu prototypu av sportbilinum Koenigsegg CC við einum 4.0 litra Audi V8 motori karossaríi úr kevlar.
Áhugin var so stórur fyri hesum bili, at árið eftir var ein Koenigsegg sýndur fram
millum rík fólk við stórari ávirkan á filmsfestivalinum í Cannes í 1997.
Um hetta mundið vóru tað fleiri verksmiðjur í Svøríki, sum høvdu ætlanir um framleiðslu av sportbilum, men tað víst seg skjótt at tað fór at vera Koenigsegg, sum kom at yvirliva.
Teirra konsept er at gera »ekstremar« sportbilar við stórum motorum og gjørdir úr løttum tilfari. Nýggjasti Koenigsegg CCX hevur 4,7 litra V8 motor við 806 hk og koyrir frá 0-100 km/t upp á 3,2 sek. og toppferðin er 395 km/t.
Koenigsegg kappast við bilar sum t.d. Lamborghini, Ferrari og Bugatti. Í Danmark kostar ein Koenigsegg CCX umleið 12 milliónir krónur.
mg