Niðurlendska fótbóltsfelagið Feyenoord skrivaði í gjár undir sáttmála við gomlu landsliðskempuna Ronald Koeman, sum skal venja liðið tað næsta árið. Ronald Koeman spældi sjálvur við Feyenoord frá 1995 til 1997, og eldri bróður hansara, Erwin, var venjari hjá felagnum frá 2005 til 2007.
Við sáttmálanum við Feyenoord kann Ronald Koeman rósa sær av at hava vant trý tey best kendu feløgini í Niðurlondum, tí hann hevur fyrr vant Ajax og PSV Eindhoven. Í báðum førum eydnaðist tað honum at vinna meistaraheitið.
Seinasta kappingaárið royndist illa hjá Feyenoord, sum endaði á 10. plássi í niðurlendsku kapingini.