Knýta hvalaveiði upp í ES-limaskap

Týskarar eru alt annað enn fegnir um, at íslendingar veiða stórhval, og nú hótta teir við at tengja hvalaveiðina at samráðingunum um íslendskan limaskap í ES. Týska stjórnin hevur boðað frá, at hon tekur av fullum huga undir við, at Ísland kann fáa limaskap í ES, men týska tjóðartingið hevur tó lagt ta treyt við, at Ísland skal halda seg til altjóða reglurnar um hvalafriðing.

Íslendski fiskimálaráðharrin, Jón Bjarnason, segði við Morgunblaðið í gjár, at stjórnin í Reykjavík er til reiðar at gera eina neyðsemju við týskarar um spurningin.

Altjóða Hvalaveiðinevndin IWC heldur fund í Marokko seinni í hesum mánaðinum.