Fólkatingsvalið kom óvart á politikarar og konur, pressu og valnevndir, teg og meg. Soleiðis tykist vera hvørja ferð.
So løgin eru vit menniskju gjørd, at sjálvt tað sum vit vita og hava vitað leingi kortini kemur óvart á okkum.
At eg skuldi skriva henda greinastubba kom óvart á meg, hóast eg havi vitað tað í einar tveir mánaðir.
Um tað er rætt, at sjálvt tað, sum vit vita fer at koma, ikki kemur, fyrr enn tað kemur av óvart, so er spuningurin, um vit skuldu lagt á annan bógv og lagt tíðina betur til rættis. Pappírskalendarin er uppfunnin, men alt ov ofta er eingin lummi tøkur, har kalendarin kann vera í. Júst tá avtalan skal skrivast inn, liggur kalendarin heima, tí jakkin ella skjúrtan var skift tann dagin.
Fartelefonirnar kunnu setast at ringja, men tá tær bibba ella spæla ?Ormin langa?, ja, so er tað tí battaríið er um at ganga undan.
Men til alla lukku hava vit telduna, sum hevur eitt ótal av møguleikum í Outlook. Her ber til at skriva avtalur og telefonnummur og krevja áminningar, men teldan er so illa konstruerað, at hon altíð stendur í einum øðrum rúmi, enn tí man sjálvur er í.
Ja, hetta kemur óvart á meg, at tað finnast so nógvir hentleikar, sum í roynd og veru, als ikki eru nøktandi.
Niðurstøðan er púra greið. Og lat tað ikki koma óvart á nakran. Høvdið, við innbygdum heila, er einasti kalendari, sum vit altíð hava við okkum. Men sjálvt um høvda-kalendarin er við okkum dagin langan, so røkkur hann heldur ikki.
Vit mugu helst liva við, at sjálvt tað planlagda kemur óvart á okkum.
Mín áminning er bar: Latið ikki jólini eisini í ár koma óvart á!!!








