Hjá monnunum høvdu 18 teknað seg til kappingina. Kappingin var sera jøvn millum teir fremstu. Úrslitið gjørdist:
Terji Michelsen 170 sløg
Andreas F. Hansen 171 sløg
Ragnar Isaksen 172 sløg
Teir átta fremstu hava møguleika at vera við í Klubbmeistarakappingini í holspæli, sum verður spæld í vikuskiftinum 18. og 19. september.
Tað vóru bert tvær kvinnur, ið høvdu teknað seg til klubbmeistarakappingina í slagspæli. Úrslitið gjørdist:
Óluva Lómstein 208 sløg
Finngerð Hansdóttir 232 sløg