Klippfisk hevur filmsskúla

Ungfólk í aldrinum frá 14 til 18 ár verða við á filmsskúla, sum verður í Havn í døgunum frá 9. Til 16. Oktober. Klippfisk skipar fyri Nóllywood, tey kalla, og hesaferð verður filmsskúlin hildin á Háskúlanum í Havn.

 

Tað eru filmsfólkini Sakaris Stórá og Maria Winther Olsen, sum bæði hava nomið sær lærdom innan film uttanlands, ið fara at standa fyri mesta av undirvísingini á Nóllywood. Allir partar av filmsframleiðslu verða umrøddir, og tey ungu sleppa eisini at royna seg fram við útgerð, upptøkum og klipping.

 

Endamálið við Nóllywood er at vekja áhugan fyri film í Føroyum millum tey ungu, og á tann hátt at skapa gróðrarbotn fyri yngri filmstalentinum. Hetta skal vera við til skapa eina filmsmentan, har tey ungu talentini kunnu merkja, at tað er møguligt at gera film í heimlandinum hjá sær, og tí ikki hava sama tørv á at rýma av landinum.