Klintrarar í hingu í línu á Landssjúkrahúsinum

Í sambandi við Listastevnu Føroya var ein heldur óvanlig framsýning á Landssjúkrahúsinum seinasta leygardag. Fimm listfimleikarar hingu í hvør sínari línu og framførdu ein leik á útveggjunum á Landssjúkrahúsinum

Nógv fólk var samankomið á økinum uttan fyri Landssjúkrahúsið seinasta leygardag, tá listfimleikarar úr enska bólkinum Scarabeus hingu í línum og gjørdu ymisk kynstur á útveggjunum á Landssjúkrahúsinum. Stórir hátalarar vóru settir upp, og tey fimm fólkini hingu í hvør sínari línu og svingaðu til tónleikin.
Listfimleikabólkurin Scarabeus hevur heimstað í London. Hesir listfimleikarar vitja í ymiskum býum um allan heimin og sýna síni kynstur fram á stórum bygningum. Vanliga gera tey ein sjónleik, sum sigur nakað um tann bygningin, har tey framføra. Í hesum føri framførdu tey ein sjónleik, sum tey høvdu gjørt um Landssjúkrahúsið. Leikurin æt Arboreal, sum merkir:"tann sum býr uppi í trøðunum", undirheitið á leikinum var"lívið á eggini". Tey leiktu á hvør sínari síðu á bygninginum og eggin var í hesum føri tað eina horni á Landssjúkrahúsinum.
Tey spældu eisini ein leik um eina skurðviðgerð á tí niðara takinum á Landsssjúkrahúsinum.
Tað eru ikki allir bygningar, sum eru egnaðir til slíkar framførslur. Tá tey skulu velja ein bygning til eina slíka framførslu, er tað fyri tað fyrsta neyðugt, at bygningurin er soleiðis háttaður, at línurnar kunnu bindast á ein tryggan hátt og øll onnur trygdarviðurskifti eru í lagi. Eisini skal tað vera ein bygningur, sum er gjørdur úr tilfari, sum ikki tekur skaða av tí, sum tey gera. Tað vísti seg at Landssjúkrahúsið var væl egnað til hetta endamál.
Listfimleikabólkurin Scarabeus framførir eisini á øðrum støðum sum t.d. uppi í mastrum á seglskipum o.l.
Oddvá Nattestad, samskipari av Listastevnu Føroya, og listfimleikabólkurin Scarabeus, skipaðu fyri hesi framførslu við loyvi frá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum.