Dysturin í Klaksvík í gjár var eisini ein dystur millum javnaldarnar og U21 landsliðsframherjarnar, Páll Klettskarð og Klæmint Olsen. Teir stríðast saman við ÍF leikaranum, Clayton Soares, um at gerast toppskjútti í Effo-deildini. Páll Klettskarð og Clayton Soares hava skotið 16 mál í part, meðan Klæmint Olsen við málinum í gjár er komin upp á 14 mál.
Klæmint Olsen leggur NSÍ á odda í Klaksvík tá eitt stórt korter er eftir av dystinum. Jann Martin Mortensen tekur ímóti langari sending inn í KÍ brotsteiginum. Vongurin steðgar á og bíðar til júst røttu løtu at spæla Klæmint Olsen leysan, sum kann leggja gestirnar á odda.
– Klæmint er ein málrevur. Hann er sterkur, málfarligur og hevur altíð verið kendur fyri at skjóta mál, sigur Páll Klettskarð um kappingarneytan, Klæmint Olsen.
NSÍ hevði fram til málið verið samanlagt leikliga omaná og gestirnir sóu út sum eitt lið, ið kundi fara avstað við øllum stigunum.
Páll vendir dystinum
Fótbóltur er eitt løgið spæl. Fyrst spæla liðini í næstan 75 minuttir uttan at nakað mál kemur. Men aftaná at NSÍ hevur lagt seg á odda, ganga bara tríggir minuttir, so er aftur mál.
Innskifti Bárður J. Heinesen leggur bóltin fyri føturnar á Pálli Klettskarð, sum velur at smekka til uttanfyri brotsteigin.
– Eg hevði onkrar støður í fyrra hálvleiki har eg kundi havt skotið, men gjørdi tað ikki. So hugsaði eg bara at smekka til hesaferð, greiður Páll Klettskarð frá.
Tað var ein góð loysn, tí bóltin fór tað longu lei í handari stong og í málið til javnleik 1-1.
– Páll er væl fyri teknist. Hann er ikki av skjótastu monnum, men hevur gott yvirbikk og altíð yvirskot til at taka tær røttu avgerðirnar, sigur Klæmint Olsen um Páll Klettskarð.
Tað gingu bara tríggir minuttir aftrat, so var Páll Klettskarð aftur á rætta stað. Hjalgrím Elttør breyt ígjøgnum í vinstru síðu. Hann endaði á baklinjuni og lyfti bóltin innfyri til Páll Klettskarð, sum stútaði bóltin í málið.
– Tað seinna málið er betri enn tað fyrra og kensla, tá mann hevur vend einum dysti móti endanum er fantastisk, sigur Páll Klettskarð, sum við málinum er komin upp á 16 mál í ár.
Páll um Klæmint – og umvent
Páll Klettskarð og Klæmint Olsen eru javngamlir og hava millum annað verið í álopinum saman á U21 landsliðnum. Teir byrjaðu báðir inni í javnleikinum móti Danmark.
Tí kennast málrevarnir væl hvønn annan og teir hava bar góð orð at bera hvørjum øðrum.
– Klæmint er ein fittur fýrur. Hann er avslappaður og róligur, men tá hann traðkar inn á vøllin, so traðkar hann eisini í karakter. Hann er ein leiðari og hann hevur longu roynt at verið liðskipari hjá NSÍ, sigur Páll Klettskarð um NSÍ framherjan.
– Páll er fittur og blíður og altíð í góðum lag, men hann hatar at tapa. Hann er eitt kappingarmenniskja, tað er hann, sigur Klæmint Olsen um tvífalda málskjúttan.
Báðir vilja helst vinna og koma so langt upp á stiga talvuna sum gjørligt, men teir hava eisini eyguni eftir toppskoraralistanum.
– Eg eri heilt har uppi á listanum, so sjálvandi hugsi eg um tað og vil gjarna fáa gullskógvin, men tað snýr seg fyrst og fremt um liðið og at vinna dystir, sigur Klæmint Olsen um at gerast toppskjútti í føroyskum fótbólti, sigur Klæmint Olsen.
Páll Klettskarð liggur ovast á málskjúttarlistanum saman við Clayton Soares við 16 málum. Báðir skoraðu tvey mál í dag.
– Tað stuttligt at liggja ovat á listanum og tað ger kappingina tað stuttligari hjá mær persónliga. Eg hugsi sjálvandi eitt sindur um tað og fari eftir at gerast toppskjútti, sigur Páll Klettskarð.
Kári ikki glaður
Páll Guðlaugsson, venjari hjá KÍ, ásannaði at hansara menn høvdu hepni á sínari síðu, og rósti annars Kára Reynheim og NSÍ fyri teirra góða kappingarár higartil.
Kári Reynheim var hinvegin í ringum lag og metti at NSÍ skuldi havt vunnið dystin.
– Eg havi ikki verið so irriteraður síðani eg byrjaði í NSÌ, sum í dag, segði Kári Reynheim eftir dystin.
Bæði Páll Guðlaugsson og Kári Reynheim kunnu verða væl nøgdir við samlaða avrikið hetta kappingarárið.