Edvard Joensen
Enn eru teir bara sum vanlig kombikk til støddar. Teir umleið 160 steinbítarnir, sum ganga í einum kari í Nesvík. Men vónandi fara teir at vaksa og verða til ein burðardyggan stovn, siga tey á Fiskaaling.
Tað var heilt av tilvild, greiðir Poul Vestargaard á Fiskaaling frá, at tey fingu hesar steinbítarnar til Nesvíkar.
Tað var ein dagin herfyri, at skeljatrolarin Norðheim av Oyri fekk ein gulligan klump, sum eitt hampiligt knetti, í trolið.
Umborð á Norðheim vistu teir væl, at hetta vóru steinbítarogn, tí teir hava fyrr fingið tey í, meðan teir hava trolað eftir skeljum eystanfyri.
Fyri nøkrum árum síðan lótu teir Fiskaaling eitt slíkt knetti, sum varð klakt. Men eitt óhapp førdi tá til, at steinbítarnir doyðu.
Nú royndu teir so aftur, sigur Poul Vestergard. Teir lótu rognini í eina spann, har tey so vóru einar tveir dagar, til tað byrjaði at kleka. Síðan vórðu tey heintað av fólki frá Fiskaaling, sum fingu rogn og klaktan yngul til Nesvíkar.
Á klekistøðini í Nesvík ganga nú hesir smáu steinbítarnir í einum kari. Á Fiskaaling ætla tey at royna at fáa teir at vaksa og møguliga fáa ein stovn burturúr.
Men tað er ikki nakað, sum tilætlað er, sigur Poul Vestergaard. Hetta er ein síðuvinningur, sum heilt av tilvild er dottin inn á gólvið, so at siga. So nú er bara at royna at fáa tað besta burturúr, sigur hann.