Klárt at fara undir stóru havnarútbyggingina

Nú er klárt at fara undir at byggja út og trífalda økið hjá Tórshavnar havn framman fyri Skansan

Nú er klárt at fara undir at byggja út og trífalda økið hjá Tórshavnar havn framman fyri Skansan.

 

Tað upplýsti Heðin Mortensen, borgarstjóri, á borgarafundi í Skúlanum við Løgmannabreyt mikukvøldið.

 

Talan er um stóru ætlanina at byggja út havnarlagið, sum í áttati og nítiárunum varð bygt uttan fyri molan. Nýggja ætlanin er at byggja tað víðari um Skansaboðarnar, fram við Sersjantarvíkini, framman fyri Eik Banka og heilt niðan móti Eystfalsskeri, sum liggur dygst framman fyri Kommandørhúsunum yvir við Strond.

 

– Vit hava nú fingið loyvi frá øllum myndugleikum, so nú er klárt at fara í gongd, segði Heðin Mortensen.

 

Hann segði eisini, at ongum nýtiast at óttast, at hendan ætlanin fer at oyðileggja Skansan og umhvørvið har um leiðir.

 

– Nú fer Skansin rættiliga at koma til sín fulla rætt. Hann fær tað munandi betur. Skansin er forfallin, tí landið, sum eigur hann, einki ger fyri at røkja hann. Fyri skomm skyld hevur Tórshavnar kommuna tikið sær av honum, segði Heðin Mortensen

 

Økið, sum skal byggjast, verður 170.000 fermetrar til støddar. Verandi vinnuøkið hjá Tórhavnar Havn er 80.000 fermetrar, men tá Tórshavnar Havn er liðug at byggja út, verður hon 250.000 fermetrar.

 

Æltanin er at byggja 170.000 fermetrar av góðshavn framvið Strond og út í Nólsoyarfjørð. Ein bátahylur verður lagdur inn ímóti Skansanum, og uttanfyri verða slakir 200.000 fermetrar av pakkhúsum og bingjuplássi.

 

Bryggjan hevur í dag 600 metur av kaikanti, hetta verður 1.300 metrar, tá útbyggingin er liðug.