Tórshavnar býráð hevur nú eina konkreta ætlan um at byggja eina stóra ítróttarhøll – eina sokallað stórhøll, við Stórtjørn í Hoyvík.
Hesa ætlan hava vit hoyrt um áður, men við útvarpið í kvøld segði Heðin Mortensen, at ætlanin nú er so ítøkilig, at hon skal leggjast fyri býráðið, og so er klárt at fara í gongd, segði hann.
Talan er um ein høll, sum kann rúma eini 3-4.000 áskoðarum til hondbóltsdystir. Umframt kann hon hýsa nógv fleiri til onnur tilti, konsertir, framsýningar og annað.
– Eg vænti, at høllin kann vera klár um tvey ár, segði Heðin Mortensen.
Hann sigur, at staðsetingin er komin upp á pláss, hon verður við Stórutjørn í Hoyvík, segði Heðin Mortensen.
Hann segði eisini, at prísin er eisini klárir, hon fer at kosta umleið 217 milliónir krónur – og hon kann vera klár um tvey ár.
Hann sigur, at ætlanin er at fleiri partar skulu vera við til at fíggja høllina. Men at partur hjá býráðnum kann liggja upp á 80 til 100 milliónir krónur. Borgarstjórin sær fyri sær, at vinnufyritøkur og onnur eisini vera við, og um landið eisini vil vera við, so er tey væl komin til tað, segði hann – sipandi tað uppskotið, sum Tjóðveldi hevur boðað frá, at tey ætla at leggja fyri Løgtingið um at fáa landið at byggja eina slíka høll.
– Men tað fer at taka ov langa tíð at bíða eftir landinum, segði Heðin Mortensen við útvarpið.
Heðin Mortensen væntar, at høllin kanmn standa klár um tvey ár.