Klandur og stríð eyðkennir og hevur altíð eyðkent føroyskan politikk. Tað er lættari sagt enn gjørt at greina orsøkirnar til nógva klandrið. Tað eru ivaleyst ymiskar orsøkir til hesa støðu, og tað einasta ein kann loyva sær at staðfesta er, at klandur er ikki nakað, sum er okkum føroyingum íborið frá skaparans hond. Tað kann sostatt vera nakað við sjálvari politisku skipanini, sum elvir til klandur og sum myndar fortreytir fyri klandri heldur enn fyri politiskum semjum. Kanska hevur hetta nakað at gera við, at vit føroyingar tykjast ongantíð kunna semjast um okkara ríkisrættarligu støðu og tí gongur tað tjóðskaparliga stríðið sum ein støðug politisk afturundirgerð, sum órógvar politiska gerandisdagin.
Aðrar orsøkir kunnu vera, at samfelagið er lítið, og politikkararnir eru sera nær fólki og vinnu. Hetta átti at verið ein stórur demokratiskur fyrimunur, men hetta kann eisini vera ein trupulleiki, tí dagliga trýstið verður lutfalsliga stórt. Stutt er millum partarnar og eingin ivi er um, at hetta kann elva til trýst, og tí fúka ákærurnar um vina- og kenningapolitikk støðugt í politisku luftini. Ein onnur orsøk til nógva politiska klandrið kann vera, at vit halda fast við meirilutastjórnir – við samgonguleistin. Ein stjórn ella eitt landsstýri, ið byggir á ein fastan samgongumeiriluta, kann geva politiskan stabilitet, ið tryggjar tann arbeiðsfrið, ið er ein neyðug fortreyt fyri góðari politiskari stýring og leiðslu av samfelagnum. Við góðari politiskari leiðslu hugsa vit um eitt politiskt stýri, ið tekur fyrilit fyri vælferð borgarans og tryggjar vinnuni góðar karmar. Góð politisk leiðsla tryggjar demokratiskar, góðar og neyðugar politiskar avgerðir, sum hava undirtøku í einum breiðum meiriluta í fólkinum.
Men tað er ikki givið, at hesi fyrilit verða tryggjað best við eini meirilutastjórn. Vit hava í Europa vælvirkandi demokratiskar minnilutastjórnir, ið stýra við skiftandi parlamentariskum meirilutum, alt eftir hvørji mál, ið talan er um. Henda skipan elvir í sjálvum sær til politiskt samstarv millum allar ábyrgdarfullar politiskar flokkar, meðan ein stjórn, ið situr við einum tryggum parlamentariskum samgongumeiriluta, kann elva meira konfrontatión enn til samstarv.
Mong fegnaðust um Føroyar sum eitt valdømi, tí hildið var, at hetta fór at geva eitt betri politiskt veðurlag. So var ikki. Politiski gerandisdagurin er vorðin eyðkendur av persónligum markeringum. Eitt er, at hesar markeringar ganga út yvir álvarsemi og virðing. Annað og verri er, at markeringarnar elva til klandur og sínamillum misálit millum tingfólk, millum flokkar og ikki minst innanflokka. Í skrivandi stund er tað klandrið um svartkjaftin, ið er komið í hæddina, og tá vit koma í handlarnar, er klandrið møguliga av fyri hesaferð. Men politiska støðan er óviss, og bert eitt tykist vist, at næsta klandrið er beint framman fyri stavn. Hetta er ikki gott fyri land og fólk.