Klaksvíkingur FM vinnari í eyðkenda lagnum

10-mannafør: Norðingur var stinnur í endaspurtinum, men tað eydnaðist ikki at vinna tað aftur, sum varð mist í endaspurtinum

Tað plagar at vera soleiðis, at onkrir av FM vinnarunum ikki vinna á ólavsøku. Soleiðis hevur tað ikki verið í dag. Allir FM favorittarnir hava eisini vunnið í dag.

 

Heilt stórur FM favorittur millum 10-mannaførini var Klaksvíkingur, og royndu og óføru klaksvíkingarnir lótu als ongan iva vera um, hvør eigur besta 10-mannafarið í 2022. Hetta er níggjunda FM heitið, sum Klaksvíkingur hevur vunnið, og tað er bara Havnarbáturin, sum hevur vunnið fleiri FM heiti enn Klaksvíkingur, sum vann fyrsta FM heitið í 2006.

 

Tá ið startspurturin var av, hevði Klaksvíkingur fingið skutin undan avbjóðarunum, og so vóru FM favorittarnir fremstir allan teinin. Fjarstøðan aftur til næsta bátin varð økt til meiri enn eina hálva bátslongd. Í endaspurtinum hevði Norðingur hug at bjóða av, og munurin tódnaði niður í minni enn eina hálva bátslongd. Men tað var heilt týðuligt, at tað vóru favorittarnir úr Klaksvík, sum fult og heilt høvdu tak á tingunum.

 

Eingin ivi var um, at Norðingur var næstbestur í dag, og hann er eisini bestur í FM kappingini. Havnarbáturin og Eysturoyingur vóru í øgiligari kapping um bronsuplássið. Havnarbáturin lá til at vinna triðja plássið, men í síðstu tøkunum tók Eysturoyingur Havnarbátin, sum tó vann bronsu í FM kappingini.

 

-

 

1Klaksvíkingur (KRF)03:58.25
2Norðingur (NHR)03:59.15
3Eysturoyingur (NSÍ)04:02.25
4Havnarbáturin (HR)04:02.32

 

stavnur.fo

 

-

 

FM úrslitið

 

1Klaksvíkingur (KRF)48
2Norðingur (NHR)43
3Havnarbáturin (HR)33
4Eysturoyingur (NSÍ)30