Tað tykist vera trygd fyri stórum drama hvørja ferð, tá ið Eysturoyingur og Klaksvíkingur liggja borð um borð og kappast á 2000 metra málinum.
Soleiðis var tað fyrr í summar í Klaksvík, so í Kollafirði, á Skála og á Trongisvágsfirði.
Í kvøld var fimti FM kappróðurin á skránni, og tølini siga, at tað var ógvuliga tætt. Vinnaratíðin hjá Klaksvíkingi var 8.48.01, og tíðin hjá Eysturoyingi var 8.49.09.
Munurin var ikki størri, enn hann hevur verið, tá ið kappingarnar hava verið mest spennandi í svimjing á Oyggjaleikunum!
Eysturoyingur legði bragdligari fyri. Eina løtu var guli báturin skutin frammanfyri hvíta bátin. So skifti myndin, eina løtu lógu teir stavn um stavn, og tá ið teir fóru undir endaspurtin var alt púra opið.
Klaksvíkingur hevði munin í endaspurtinum, men tað var einki at tosa um.
Nú er Klaksvíkingur eitt stig frammanfyri Eysturoying í FM kappingini. Tað er einki at tosa um, og tá ið tvær tær síðstu FM kappingarnar verða á 1000 og 901 metrum, so er alt fullkomuliga opið.
Ormurin Langi hevur verið trúgvur og drúgvur luttakari, og munurin frá gula bátinum og aftur til tann bláa var ikki størri enn so í kvøld, at tað ikki er óhugsandi, at Ormurin Langi kann fara at spæla størri leiklut í Sandavági og á Ólavsøku, enn hann higartil hevur gjørt.
Úrslit
1 Klaksvíkingur 08:48.01
2 Eysturoyingur 08:48.09
3 Ormurin Langi (RK) 08:57.20
Støðan
1 Klaksvíkingur 33
2 Eysturoyingur 32
3 Ormurin Langi (RK) 25