Klaksvíkingar skikka sær væl

Í Klaksvík var seyðasýning í leygardagin, men hóast hetta var ikki serliga nógv fólk í býnum, bert Barokk hevði opið, og tí var ivaleyst ikki so nógv at fara til. Av løgreglustøðini í Klaksvík verður sagt, at alt vikuskiftið var einastandandi friðarligt.


Onkur varð vorðin so fullur, at løgreglan koyrdi viðkomandi heim, annars var einki. Vakthavandi letur væl at klaksvíkingum og sigur, at í longri tíð hevur verið stak friðarligt.