Sveinur Tróndarson
Eitt orðafelli sigur, at øll tosa um veðrið men eingin ger nakað við tað.
Sama kann kanska sigast um endurnýggingina av fiskiflotanum. Nógv tosa um endurnýggingina av fiskiflotanum, men tað eru tey fægstu, sum gera nakað við málið.
Men teir, sum eiga Christian í Grótinum hoyra ikki til henda bólkin.
Um dagarnar gjørdu teir sáttmála við eitt norskt reiðarí um at keypa verksmiðjutrolaran Gardar frá norðmonnum fyri 96 mió. krónur, og kemur hann inn í føroyska flotan ístaðin fyri Norðborg, sum teir nú fara at selja.
Sild, lodna og
kanska svartkjaft
Hóast eigararnir á Gardar eiga eitt svartkjaftaskip frammanundan, so er ikki ætlanin at hann skal á svartkjaftaveiðu, í fyrsta umfari í hvussu er.
Kristian Martin Rasmussen, reiðari, sigur við Sosialin, at í fyrsta umfari er ætlanin, at Gardar skal royna eftir sild, sum skal skerast til flak umborð, umframt at hann eisini skal á lodnuveiðu.
Seinni er so ein møguleiki, at hann eisini fer at fiska svartkjaft til virkingar umborð.
Norðmenninir, sum áttu Gardar høvdu eina avtalu við japanar um sølu av lodnu til japanska marknaðin, og hesa avtalu hava føroyingarnir yvirtikið.
? Vit fingu tilboðið at keypa avtaluna og navnið við, og tað hildu vit vera rættast í fyrsta umfari. Tað gevur okkum tann fyrimun, at okkum ikki nýtist fara út á marknaðin fyri at fáa fatur á nýggjum keyparum, og tað er ein fyrimunur í fyrsta umfari, sigur Kristian Martin Rasmussen.
Men hvussu ber tað til, at tit keypa ein verksmiðjutrolara, heldur enn ein »vanligan« trolara?
? Vit vilja fegnir økja um virði á veiðini, og tað gera vit best á henda hátt, sigur Kristian Martin Rasmussen.
Hann leggur afturat, at nýggja skipið skal fiska fyri umleið 70 mió. krónur.
? Tað klára vit ikki við teirri rávørunøgdini sum vit hava og tí mugu vit keypa rávøru frá øðrum skipum, sigur Kristian Martin, sum kortini ikki óttast framtíðina. Annars høvdu teir neyvan fari undir hetta ódnartaki.
Øll fíggingin føroysk
Seinastu árini hevur mangan verið sagt, at tað er torført at fáa fígging í Føroyum til nýggjar verkætlanir, men hetta hevur ikki tilfeldið hjá Kristian Martini og teimum.
Fíggingin er øll fingin til vega, og hesaferð er øll fíggingin føroysk.
? Vit hava fingið fígging úr Realinum og teimum føroysku lánistovnunum, so hesaferð er øll fíggingin føroysk, sigur Kristian Martin, sum vísir á, at tað er munandi lættari at útvega fígging í dag enn tað var fyri heilt fáum árum síðani.
Sum sagt, so eigur reiðaríið eisini Norðborg, men hon er sett til sølu, hóast eigararnir ikki vænta at fáa stórvegis fyri hana.
? Nei, tað gera vit ikki. Hon er bygd í 1968 og hóast hon er í rímiligum standi, so skulu vit vera glaðir um tað gongur upp, tá hon er seld. Men vit keyptu hana fyri at fáa fatur á fiskiloyvinum, og tað fingu vit, sigur Kristian Martin, sum leggur afturat, at teir eru ógvuliga spentir at fara undir nýggju verkætlanina.
Gardar, sum í fyrsta umfari fer at varðveita upprunaliga navnið kemur til Føroya einaferð í februar mánaði. Arbeiði á skipasmiðjuni skal vera liðugt umleið tann 7. februar, og tá er skipið at rokna sum spildurnýtt.
Øll útgerð verður skift út og øll aptering verður gjørd av nýggjum, so tað verður laga at yvirtaka skipið.
FAKTA UM
Gardar
er bygdur á Th. Skipsbyggeri í Hellesøy í 1990 og er skrásettur sum verksmiðjutrolari
Skrokkurin er polskur og er bygdur á Polocnia Stocznia.
Gardar er longdur í 1993 og umbygdur í 1995.
Hann er 2302 BRT til støddar, er 75,85 metur langur, 12 metur breiður og stingur 7,40 metur.
Gardar hevur eina 4080 Bhp Wärtsilä Wichmann og gongur einar 14 míl.
Kelda: Illustrert norsk Skibsliste