Sjómannadagur
Fyrireikararnir av Føroya Sjómannadegi halda, at føroyingar í minsta lagi einaferð um árið eiga at seta sjóvinnufólk og sjóvinnuna annars í hásæti og tí eigur ein sjómannadagur sum hesin at seta sær stór mál, sum teir taka til.
- Vit eru eitt lítið land, og vit hava livað av tí, sum havið gevur. Vit havav altíð sett okkara álit á fiskivinnuna. Skulu vit verða við í teirri kapping sum er, mugu vit ikki smæðast burtur á altjóða pallinum, men alla tíðina seta okkum stór mál.
Í Klaksvík hava tey ætlanir um at gera Føroya Sjómannadag enn størri, enn hann er í dag.
- Vit ætla okkum at knýta eina fiskivinnuframsýning aftrat degnum, altjóða fyrilestrar, seminar og framsýningar av ymiskum slagi.
Fyrireikararnir vísa á, at føroyingar, sum starvast innan fiskivinnuna, ferðast nógv út í heim at kunna seg um viðurskiftini har.
- Men vit halda tað vera líka so umráðandi, at vit regluliga skipa fyri tiltøkum, sum kunnu hava við sær, at útlendingar koma higar at kunna seg um tað, sum vit eru bestir til. Vit liggja væl fyri í Atlantshavinum millum sterkar fiskivinnutjóðir. Tí átti tað at borið til at skipað Føroyar sum ein miðdepil, tá ið ræður um kunning um fiskivinnu og vinnur, sum tengdar eru at henni.
Lagt verður aftrat, at einki annað land er so tengt at fiskivinnuni sum Føroyar.
- Og tá ið so Klaksvíkin er fiskivinnubýur burtur av, halda vit tað vera rætt, at vit her taka lógvatak saman við øðrum og halda Føroya Sjómannadag her norðuri, siga fyrireikararnir.