Finn er útbúgvin maskinsmiður og hevur seinastu 6 árini starvast á Norðoya Blikksmiðju. Hetta starvið verður hann nú noyddur at siga frá sær, við tað at starvið sum sløkkiliðsleiðari nú verður skipað sum fulltíðarstarv.
Væntandi fara fleiri broytingar at hendan innan tilbúgvingina í Klaksvík sum heild í nærmastu framtíð, og væntar Finn, at hetta fer at merkja fyrstu tíðina í nýggja starvinum.
- Í fyrsta umfari fari eg at seta meg væl og virðiliga inn í nýggju skipanina og tær broytingar, sum annars eru í umbúna. Eg eri sera spentur uppá nýggja starvið og taki tað avgjørt sum eina spennandi avbjóðing, sigur nýggi sløkkliðsleiðarin, Finn Hansen.