Í Klaksvík velja kvinnur Fólkaflokk

Um bara atkvøðurnar hjá kvinnuligu valevnunum taldu við á valinum í Klaksvík, so vann Fólkaflokkurin eins stórt og hann gjørdi á valinum

Um vit taka valúrslitið í Klaksvíkar kommunu og reinsa allar atkvøðurnar hjá monnunum burtur, so býtið ikki verið so nógv øðrvísi í mandatbýtið, enn tað var. Fólkaflokkurin varðveitti síni fimm umboð, meðan Sjálvstýri og Tjóðveldi mistu hvør sítt til Javnaðarflokk og Sambandsflokk.
Fólkaflokkurin hevið fingið 527 atkøvður og fimm kvinnur valdar. Trupulleikin hevði verið tann, at bara tríggjar stóru á listanum.
Tjóðveldi hevði 240 kvinnuatkvøður, sum hevði verið nóg mikið til tvær kvinnur í býráðið.
Javnaðarflokkurin hevur 197 kvinnuatkvøður, og tað hevði givið tvær kvinnur í býráðið.
Sjálvstýrisflokkurin hevði 137 kvinnuatkvøður, tað hevði givið eitt umboð í býráðið.
Sambandsflokkurin hevði fingið 133 atkvøður og eisini eitt umboð í býráðið.

Kvinnubýráðið í Klaksvík hevði sæð soleiðis út:
Fólkaflokkurin:
Gunvá við Keldu
Elisabeth Mercedis
Herfríð Sørensen
Einki valevni
Einki valevni

Tjóðveldi:
Óluvá Klettskarð
Ella Norðberg Heinesen

Javnaðarflokkurin:
Signhild V. Johannesen
Hansa Nybo

Sjálvstýrisflokkurin:
Beinta Klakstein

Sambandsflokkurin:
Maria Olsen