Klaksvík hevur nógvar vinir í Kili

Tá ið Christian í Grótinum varð seldur til Kili, og menn haðani komu til Klaksvíkar eftir honum, fingu klaksvíkingar hjartaligt vinarlag við fólk í Kili. Kilenar kendu seg serliga væl viðfarnar í Klaksvík, og tað var eisini ein rørandi løta umborð á Christiani í Grotinum tann 18. november 2008, tá ið skipið fór avstað.

Síðani tá hevur serliga verið samband við ein teirra Eduardo Lorenzo, reiðarin á bátinum, sum fekk navnið Don Alfonso. Eduardo Lorenzo sendi við Norðborg, sum kom seinni til Klaksvíkar og varð bygd í Kili, hópin av trøum, sum hann ynskti vóru plantað kring um í Klaksvík. Hetta sum takk fyri, at teir vóru so væl móttiknir í Klaksvík.

Tá ið harðast leikaði á í gjár við at fáa menninar upp úr náminum í Kili, leitaðu tankar mínir til Eduardo. Tí sendi eg honum ein mail og ynskti honum at bjargingin gekk væl. Greiddi frá, at bjargingin hevði vakt sóran ans alla staðni, og at fjølmiðlar her um leiðir søgdu nágreiniliga frá, hvussu tað gekst.

Til stuttleika kann nevnast, at skipasmiðjan, har Norðborg varð smíðað í Kili, eitur Asmar. Og tað var tann sama skipasmiðjan, sum hevði gjørt hylkið, ið menninir blivu hálaðir upp úr náminum við.

Eduardo var skjótur at svara aftur. Hann takkaði fyri góðynskir og greiddi frá, at hetta hevði verið eitt buldraligt ár hjá Kili við jarðskjálvta, sum kostaði 25 mill evrur, og so hetta bjargingararbeiðið, sum kostaði nógv m.a. tí at tríggjar royndir koyrdu samstundis - skipan A, B, og C. Teir vildu ikki at nakað skuldi miseydnast!

Hann undraðist eisini á, at henda bjargingarætlanin hevði vakt so stóran áhuga runt umkring í heiminum.

Eduardo takkaði fyri góð ynskir.

Tað gekst væl fyrstu árini, teir høvdu Don Alfonso, men júst nú er vánaligt fiskarí hjá teimum.

Skrivað: Dávur Winther