Klæmint og Jógvan Magnus stilla upp í Eysturoynni

Seinastu nøvnini á sterka listanum hjá Tjóðveldi verða við hesum kunngjørd. Klæmint Østerø í Runavík og Jógvan Magnus Hansen stilla upp hjá Eysturoyar Tjóðveldisfelag

 

Tjóðveldi hevur nú tvey umboð á Skálafjørðinum á listanum til løgtingsvalið 1. september. Klæmint Østerø og Jógvan Magnus Hansen hava tikið av umbøn um at stilla upp.

 

Klæmint Østerø úr Runavík er annað av nýggju nøvnunum úr Eysturoynni. Hann er 44 ára gamal og hevur seinastu árini starvast hjá Fiskaaling sum tekniskur leiðari. Frammanundan starvaðist hann hjá Landsverki, har hann eisini fekk brúkt sína útbúgving í verkfrøði. Vinnupolitikkur og hvussu skal gerast við virðini, sum okkara ríka tilfeingi hevur eru serliga málini, sum fylla nógv hjá honum. Klæmint Østerø hevur í 8 ár sitið í býráðnum í Runavíkar kommunu.

 

Hitt umboðið á listanum er 65 ára gamli Jógvan Magnus Hansen í Skálafirði, sum seinastu árini hevur starvast sum maskinførari hjá Landsverki. Áðrenn tað var hann við til at byggja báðar undirsjóvartunlarnar. Hann viðgongur eisini, at eitt sterkt infrakervi er eitt evni, sum liggur honum tætt at hjarta.

 

Við hesum er uppstillingin hjá Tjóðveldi endalig, og eru tað nú fimm umboð úr Eysturoynni á listanum hjá Tjóðveldi til komandi Løgtingsval. Hesi eru: Klæmint Østerø, Jógvan Magnus Hansen, Jóhan Christiansen, Sonni á Horni og Jógvan í Skorini.