Klárt er hjá bátum í Vestmanna

Úr Vestmanna frættist í morgun, at nú eru bátabrúgvarnar lagdar út, og klárt er hjá bátum og húsvognum at koma til bygdar. Tey, sum standa aftanfyri bátastevnuna í Vestmanna, sum hesaferð verður hin tíggjunda í røðini, eru sera spent eftir at vita, hvussu stór undirtøkan fer at verða í ár.

- Bátastevnan verður hildin komandi vikuskiftið, og sera nógv verður gjørt burturúr í ár. Hópur av fólki hava longu bílagt sær pláss fyri húsvognum og bátum.

Úr Vestmanna verður sagt, at tey hesar seinastu dagarnar hava riggað brúgvarnar til, so gestirnir, sum koma við báti, skulu liggja væl og fáa góðar tænastur.

- Hetta arbeiði er nú liðugt, og teir fyrstu bátarnir kunnu longu koma til Vestmanna. El-leiðingar og vatnveitingar eru lagdar út eftir brúgvunum, soleiðis at bátar kunnu binda í so hvørt, sum teir koma.

Tey, sum standa aftanfyri bátastevnuna í Vestmanna, sum er hin størsta av sínum slag í Føroyum, vísa annars til heimasíðuna hjá Vestmanna Ítróttarfelag, www.vif.fo, har nærri kunning fæst um ymisk viðurskifti í sambandi við stevnuna.