Klárt av svimja um Nólsoyarfjørð

Hetta er 13. árið á rað at svomið verður tvørtur um Nólsoyarfjørð, og endamálið við svimjingini er framvegis tað sama, nevniliga at savna inn pening til at byggja ein svimjihyl í Nólsoy.

 

Í mun til undanfarin ár eru onkrar broytingar gjørdar. Eitt nú hava fyriskipararnir valt at hava tveir teinar, ein á 1000 metrar og ein á 4000 metrar, sum er tann vanligi teinurin. Til longra teinin verður svomið frá radioamatørunum við Strond og út til Nólsoyar, meðan tað við styttra teininum verður svomið frá einum báti uttanfyri bygdina.

 

Málið er heiðursportri í Nólsoyarbygd, so um svimjarin kemur í land aðrastaðni, má hann renna seinasta teinin.