- Nýggja stóra vinnuøkið og miðstaðarbygggingin fer at nøkta eftirspurningin eftir hesum slagnum av økjum fleiri ár fram hóast eg kundi ynskt, at útselt bleiv beinanvegin, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá stóra miðstaðarøkið við Karlamagnusarbreyt varð handað kommununi hósdagin.
Arbeiðið við Karlamagnusarbreyt byrjaði í august í 2005. Farið varð undir vinnuøkini á fyrsta og øðrum stigi í november 2007, og triðja stig varð farið undir í oktober 2010.
Samlaða víddin av nýggja miðstaðarøkinum við Karlamagnusarbreyt er nærum 60.000 fermetrar. Her eru grivin nærum 25.000 kubikkmetrar av mold og eyri omanav. Her er sprongt nærum 58.000 kubikk av hellu. Tilsamans nærum 60.000 kubikk av grótfyllu er planerað. Her eru asfalteraðir nærum 7.000 fermetrar, og stuðlamúrarnir úr jarnbetong eru yvir tveir kilometrar langir!
Tilsamans hevur hetta arbeiðið kostað 41,4 miljónir, tá eru allar útreiðslur til jørð-, kloakk-, betong- og installatiónsarbeiði, umframt allar útreiðslur til prosjektering og eftirlit taldar við. Hetta, saman við øðrum vinnuøkjum hjá kommununi, kemur fyri ein sámiligan kostnað at nøkta eftirspurningin eftir hesum slagnum av økjum fleiri ár fram hóast eg kundi ynskt, at útselt bleiv beinanvegin, segði borgarstjórin.
- Tað er byggivirkið Guttesen & Staksberg, sum hevur havt alt hetta stóra arbeiði um hendi. HMP Consult hevur havt prosjekteringina og eftirlitið um hendi. Prosjektleiðarin fyri kommununa, Ronald Poulsen, hevur sitið á kassanum, og tað hevur hann megnað væl í góðum samstarvi við ráðgevan og arbeiðstakaran. Arbeiðið er gjørt fyrimyndarliga væl og kostnaðurin hevur hildið allan vegin ígjøgnum, vísti borgarstjórin á.
Í bygginevndini hava sitið Eyðfinn Egholm, formaður, Heri Olsen, deildarleiðari, Halla Samuelsen, býráðslimur, og Annfinn Brekkstein, býráðslimur.










