- Álvaratos, tá vit ikki klára at býta nakrar makrelar, hvussu skulu vit tá vænta at stýra einum landi. Viberg Sørensen, formaður Reiðarafelagnum, er ikki sørt speiskur í viðmerking til landsstýrið í dag.
Hann ilskast rættiliga illa inn á, at tað ikki enn hevur eydnast at býta makrelin, hóast vertíðin er byrjað.
Hann sigur, at tað er næstan ein mánaði síðani, at Løgmaður segði, at ongin grund var til at ótolnast og at tamarhald var á støðuna tí hann helt sjálvur um stýrisvølin.
- Nú eru vit komin inní maimánað og vertíðin at fiska makrel er byrjað, men enn hevur onki skip fingið nakað fiskiloyvi, sigur Viberg Sørensen
- Og nú halda vit at tíðin er komin at tala at.
Hann sigur, at eitt milliardvirði av fiski bíðar, ímeðan politikararnir klandrast um, hvussu vit skulu býta hesi virðini.
- Nakrir hava funnið útav at Føroya fólk eigur fiskin í havinum, sum um nakar nakrantíð hevur ivast í tí. Eiga vit ikki øll Føroyar og tað sum her er, hvør eigur krákurnar, hvør eigur føroyska flaggið hvør eigur føroyska málið, ólavsøkuna og soleiðis kundi vit hildið áfram.
Men nú vísir tað seg at nakrir politikarar eru vaknaðir við kaldan dreym og meina, at eitt ørgrynni av milliónum fara í skeivar lummar, nevniliga lummarnar hjá teimum sum gera eitt átak fyri at fara at fáa hesa ognina til høldar.
- Hugflogið hjá teoretikarunum, sum gera politikarnar ørar í høvdinum, blívur bara villari og villari.
- Nú sær út til at ongin er samdur um nakað sum helst og tá kemur ein skjótt at hugsa um tað sum skrivað stendur, at eitt land sum er í stríð við seg sjálvan, stendur fyri falli, sigur Viberg Sørensen.