Klæmint er toppskjútti fyri sættu ferð

Við hattrikki í dag legði Klæmint A. Olsen seg undir liðina á Uros Stojanov hjá ÍF

Undan 27. og síðsta umfari, sum var í dag, var Uros Stojanov úr ÍF einsamallur á máltindinum við 17 málum. Undan dagsins umfari hevði Klæmint A. Olsen skorað 14 mál.

Í dag tapti ÍF 4-1 ímóti Víkingi í Sarpugerði, og Uros Stojanov var ikki millum ÍF málskjúttarnar.

Í dag vann NSÍ 4-3 ímóti B36 á Tórsvølli, og Klæmint A. Olsen skoraði trý mál ella hattrikk fyri NSÍ.  

Tí endaðu bæði Uros Stojanov og Klæmint A. Olsen á máltindinum við 17 málum.

Klæmint A. Olsen er tann spælarin, sum hevur skorað flest mál í landskappingini. Samlaða máltalið hjá NSÍ liðformanninum er 205 mál.

Hetta er sætta ferðin, at Klæmint A. Olsen er toppskjútti í bestu deildini.

Klæmint A. Olsen toppskjútti:

2020      25 dystir              17 mál

2019      27 dystir              26 mál

2016      27 dystir              23 mál

2015      27 dystir              21 mál

2014      27 dystir              22 mál

2013      26 dystir              21 mál

faroesoccer.com