Kjatta við borgarstjóra

Síðan møguleikin at tjatta við borgarstjóran, Jóhan Christiansen, beyðst, hevur hann fingið 30 fyrispurningar og viðmerkingar.

Seinastu fimm mánaðirnar hevur verið møguligt at kjatta við borgarstjóran í Eysturkommunu hvønn mikumorgun millum klokkan 10 og 11.

 

- Leiðsturin er nú eftirmettur og hava mest sum hvørja viku nøkur brúkt høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar. Tí er avgjørt at halda framm við hesum møguleikanum.

 

Tað sigur Eysturkommuna á síni heimasíðu í dag.


Síðan møguleikin at tjatta við borgarstjóran, Jóhan Christiansen, beyðst, hevur hann fingið 30 fyrispurningar og viðmerkingar.


- Tá vit byrjaðu, vistu vit ikki heilt, hvat vit kundu vænta. Fór eingin at brúka møguleikan - ella fóru kanska alt ov nógv at verða til, at eg kundi geva mær stundir til hvønn einstakan.

 

Borgarstjórin sigur, at tað hevur víst seg, at nøkur fá hava verið on-line við hann hvørja viku, og hetta heldur hann hevur verið sera passandi.

 

- Tí, havi eg eisini havt góðar stundir at svara hvørjum einstøkum, leggur Jóhan Christiansen aftrat.

 

Hetta tiltak hjá Eysturkommunu er ein liður í at betra um samskifti millum kommunu og borgara og ítøkiliga at gera kommununa meira "opna" mótvegis borgarunum.