Kjartan Johansen er sera væl fyri í hesum døgum.
Í dag gjørdist hann saman við Christoffer Tofte Langerhuus toppskjútti hjá Bækkelaget við seks málum, tá Bækkelaget í útidysti í bestu norsku hondbóltsdeildini vann 32-31 á Haslum.
Í steðginum var Bækkelaget á odda 16-14. Peter Dahl Christensen skoraði sigursmálið fyri Bækkelaget í allarseinastu sekundunum.
Bækkelaget er nú fjórðaftast í deildini við fimm stigum.
Umframt at skjóta seks mál legði Kjartan eisini upp til fimm mál.
Komandi sunnudag tekur Bækkelaget móti Fjellhammer á heimavølli.