Kjartan er føddur í Norðdepli, har hann búði, til hann sum seks ára gamal flutti til Vágs.
Hann var í mong ár sjómaður. Fyrsta skipið hann var við, sum 13 ára gamal, var sluppin Johanna TG326.
Síðan sigldi hann við seglhúsbátinum, Pison, og seinni við Sigurfarinum í nógv ár. Hann var við hin minnuliga túrin, tá teir tóku fleiri av manningini upp av einum russiskum skipi, sum var komið í havsneyð.
Hann sigldi við Vestland eina tíð, áðrenn hann fór á skiparaskúla. Í dag arbeiðir hann sum rágevi á viðgerðarstovninum Heilbrigdi á Velbastað.
Kjartan er elstur av fimm systkjum. Mamman er Signy, f. Petersen, úr Hattarvík, og pápin Kjartan Frederiksen var úr Hvannasundi. Hann doyði 9. desember 1954, sum Kjartan er føddur 17. januar 1955.
Saman við Eydnu, f. Olsen, úr Klaksvík eigur Kjartan dóttrina Anju, ið er 30 ára gomul og býr í Havn, og sonin Sonny, ið er 22 ára gamal og býr í Klaksvík.
Kjartan er í dag trúlovaður við Hannebeth Dam í Havn.
Í Norðdepli siga fólk, at Kjartan er norðoyingur, men ogor í Vági siga at hann er vágbingur.
Vælkomst verður í hølunum hjá Odd Fellow, Grønlandsvegur 56, leygardagin 15. januar kl. 19.00.
Systkini.