Kjartan Johansen gevst í Fyllingen

Kjartan Johansen leingir ikki sáttmálan hjá sær við norska toppliðið, Fyllingen Bergen

Føroyski landsliðsleikarin, Kjartan Johansen, spælir ikki í Fyllingen Bergen komandi kappingarár.

 

 

Føroyski høgri bakkurin sigur seg hava verið sera nøgdan við tíðina í felagnum, og var eisini í samráðingum um at leingja sáttmálan. men tað eydnaðist ikki at finna semju. Eftir at felagið keypti nýggjan leikara á plássinum hjá Kjartani Johansen, valdi hann at takka fyri seg eftir eitt ár í Fyllingen Bergen.

 

Nú leitar strandingurin eftir nýggjum felagið. Hann sigur seg hava nøkur tilboð, ið hann umhugsar, og vónandi veit hann skjótt hvar hann spælir komandi kappingarár.