Kjakast um graslíki í Danmark

Sjónvarpssendingin Ren Fodboldsnak á Viasat Sport 1 fer í kvøld at viðgera møguleikan, at danir fáa sær graslíki á sínar leikvøllir. UEFA og FIFA hava sagt gott fyri, at altjóða dystir kunnu spælast á graslíki frá í summar, og danska fótbóltssambandið er eisini farið at umrøða møguleikan, at danir fara at grúka graslíki meira. Men hvat halda fólk í donskum fótbólti um hetta, verður spurt í upplegginum til kjaki á Viasat Sport 1 i kvøld klokkan 21.00. Spælari, venjari, ítróttarstjóri og fótbóltsumboðsmaður fara at kjakast um hetta.