Kjak millum Brand Sandoy og Jónleif Johannesen á FM1

Brandur Sandoy úr Fólkaflokkinum og Jónleif Johannesen úr Javnaðarflokkinum fara at kjakast frá klokkan 15.05

Seinnapartin klokkan 15.05 verður aftur ein politisk sending á FM1.

Brandur Sandoy, valevni hjá Fólkaflokkinum og Jónleif Johannesen, løgtingsmaður hjá Javnaðarflokkinum fara at kjakast um vinnupolitikk.

Vertur verður Árni Gregersen, royndur journalistur og politiskur viðmerkjari.

Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

Sendingin verður endursend í kvøld tá dysturin millum KÍ og B36 er liðugur og samrøður eru gjørdar. Tað verður beint aftaná klokkan 21.

Sendingin verður at hoyra á in.fo aftaná klokkan 21 í kvøld.