Kjak millum býráðsvalevni í SMS

Nógv politiskt virksemi hevur verið á torginum í SMS í dag. Millum klokkan 14 og 17 sluppu allir teir sjey listarnir, sum stilla upp til býráðsvalið yvir til borðið hjá Rás2 at skifta orð og kjakast um býráðspolitikk.

Fyrst sluppu tvey umboð fyri allar listarnar framat, og seinasta tíman var kjak millum tríggjar ferðir tvey umboð fyri seks av teimum politisku flokkunum.

Leif Láadal stýrdi øllum orðaskiftinum við kønari hond.

Undir greinini ber til at hoyra kjakið millum Heðin Mortensen hjá Javnaðarflokkinum og Jógvan Poulsen hjá Fólkaflokkinum. Tað ber eisini til at hoyra kjakið, sum var millum Marin Katrinu Frýdal hjá Tjóðveldi og Tummas Paula av Reyni hjá Sambandsflokkinum, umframt kjakið sum var millum Poul Clementsen hjá Framsókn og Rana A. Skaalum hjá Miðflokkinum.

Vit tóku eisini eina kykmynd, har vit tosaðu við umboð fyri teir ymisku flokkarnar.