Kjak á Rás2 um størsta dagin í skotsku søguni

Um eina viku fara skotar á fólkaatkvøðu um fullveldi og tað fara tey at kjakast um á Rás2 klokkan 16 í dag


- Í Skotlandi er tannkremið sloppið úr tubuni og fæst ikki innaftur. Skotland er á eini knívsegg og nú stendur um føðingina við framtíðini hjá Stórabretlandi ella United Kingdom.


Tað kann staðfestast, nú skotar um eina góða viku fara á fólkaatkvøðu at taka støðu til, um Skotland skal verða sjálvstøðugur statur, ella halda fram partur í Stórabretlandi.
 
Øll, sum eru minst 16 ár, hava valrætt, eisini tey 400.000 fremmandu, sum búgva í Skotlandi.  

Hin vegin hava tey 800.000 fólkini, sum eru fødd í Skotlandi men búgva aðrastaðni, ikki valrætt.
 

Vit sløku 50.000, sum búgva í Føroyum, og sum hvønn dag práta og hugsa um sjálvstýri og samband við Danmark, munnu vera samd um, er fólkaviljin til staðar, mátti eitt so lutfalsliga stórt land sum Skotland, næstan tvær ferðir størri enn Danmark, og við líka stórum fólkatali, klára seg sum sjálvstøðugt land.
 

Skotland hevur verið partur av Stórabretlandi saman við Ongland í Sameinda Kongaríkinum síðan 1707. Wales og Norðurírland hoyra eisini til United Kingdom.
 

Orsøkin til samanleggingina av kongaríkjunum báðum fyri 300 árum síðan, var, at onglendingar vildu hava frið við og ræðið á grannanunum fyri norðan við at hava felags kong, men fleiri skotskir aðalsmenn í 1690-árunum høvdu mist risa upphæddir av peningi, sum teir høvdu sett í ein spekulativa verkætlan í Panama, sum fór á heysin.
 
Enskir aðals- og keypmenn rindaðu skuldina hjá fleiri skotum, og afturfyri

atkvøddu  teir í skotska parlamentinum fyri at leggja ríkini saman. Her var talan um reinan mutur. Tað kom til bardagar millum skotskar parlamentslimir á tí avgerandi fundinum um samanlegging. Fleiri máttu rýma úr skotlandi í fleiri ár aftaná "landssvikið".
 

Hesi farnu 15 árini eru nógv hent politiskt í Skotlandi. Fyrst John Major, konservatiri leiðarin, og síðan Tony Blair, Labour-leiðarin í Bretlandi frá 1997, vóru fyri at geva Skotlandi og Wales avmarkað sjálvstýri. Blair-stjórnin bygdi enntá stór og dýr parlament í Edinburgh og Cardiff í Wales til at hýsa hesum avmarkaðum sjálvstýri.
 
Politisku heimildirnar hjá teimum 129 skjotsku tingmonnunum í Edinburgh eru væl meiri avmarkaðar enn Føroyar hava frá Danmark. Umframt skotska valið til parlamentið í Holyrood, velja skotar eisini 61 tingmenn til bretska parlamentið í Westminster í London.
 
Í Skotlandi er tannkremið sloppið úr tubuni og fæst sum vera man ikki innaftur. ”Devolution” kallað, politiski skilnaðurin, er farin á rull og er ikki til at steðga aftur – júst sum í Føroyum og aðrastaðni.
 
Nú 59 ára gmli Alex Salmond var rætti leiðarin hjá SNP, skotska tjóskaðarflokkinum, og hann megnaði at vinna skotska parlamentsvalið seinast við reinum meiriluta og skipaði stjórn. SNP var í mong ár ein rumbulsflokkur uttan ávirkan, men Salmond hevur megnað at gjørt hann til eina drívmegi í sjálvstýrisstríðnum í Skotlandi, sum nú fær um helvtina av skotsku atkvøðunum fyri fullveldi í næstu viku.
 
Teir bretsku politisku flokkarnir, Konservativi stjórnarflokkurin (Tories) við David Cameron, Liberali/Demokratiski flokkurin (Lib/Dems), tann minni samgonguflokkurin við Nick Clegg sum formanni, og eisini bretski Arbeiðaraflokkurin (Labour), eru hart ímóti skotskum fullveldi og agitera hareftir.
 
Fyrrverandi forsætis- og fíggjarmálaráðharrin hjá Labour, Gordon Brown og Alexander Darling, báðir valdir í Skotlandi til parlamentið í Westminster í London, ganga undan í mótstøðuni til skotskt fullveldi.
 
Hvussu leikur fer á fólkaatkvøðuni í Skotlandi um fullveldi fáa vit longu at vita næsta vikuskifti, tann 19. september.
 

Velja skotar sjálvstýri, eru spurningarnir m.a., um Elizabeth heldur fram sum skotadrotning, um næsta stigið hjá Alex Salmond verður at útskriva fólkaatkvøðu um Skotland sum lýðveldi, republikk, um pundið ella evran verða gjaldoyra hjá Skotlandi, um Skotland fær fult ræði á oljuni kring landið, hvussu teir býta verandi almenna bretsku lánskuldina millum London og Edinburgh, o.s.fr.
 
Hetta eru nakrir av spurningunum, ið verða viðgjørdir í Kkjakinum á Rás2 klokkan 16 í dag.
 
Við pallborðið sita Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandið, og Sólvit Nolsø, sum nýliga tók masterprógv í stjórnmálafrøði í Newcastle.

Tað er Óli Breckmann, sum skipar fyri.