Hvørja ávirkan fer tað at fáa á støðuna í Miðeystri, at Likud og Netanyahu vunnu valið til Knesset í Ísrael í farnu viku?
Tað verður kjak um á Rás2 klokkan 16 í dag.
Teir, sum fara at kjakast um spurningin, eru Heini í Skorini, sum er í ferð við eina PhD ritgerð um miðeystur, og Dánjal Poulsen, formaður í vinafelagnum Føroyar Ísrael.
Teir koma víða um í sendingini og ein spurningur frá Óla Breckmann, sum skipar fyri sendingini, er, hví vesturheimurin var so illa við av valsigrinum hjá Likud.
Hann vísir eisini á, at vesturheimurin hevur sett sítt álit á friðaravtalu við tveimum statum, einum ísraelskum og einum palestinskum.
Men er hetta ein gongd leið, verður spurt í sendingini.