Seinasta leygarkvøld sótu nokk óvanliga nógv fólk frammanfyri sjónvarpsskíggjanum. Fyrst var danska Melodi Grand Prix á skránni, og nakrar tímar seinni var íslendska. Bæði við føroyskum luttakarum.
Í Danmark vóru tað tey bæði Felix Smith og Julie Berthelsen, sum leiddu sendingina. Julie við sloktari frisúru, sum fekk sína frágreiðing, tá hon og Felix fingu sær eitt bað mitt undir sending. Kjólin hjá henni minti mest um ein dalmatinarahund, og longdist ein eftir, at hon skifti til okkurt litríkt, ið passaði betri til hennara litir.
Fyrrverandi miss Ísland
Annað var, tá tær íslendsku vertirnir komu á skíggjan. Víst var íslendska sendingin í so keðilig, men tær báðar Ragnhild Steinunn og Eva María Jónsdóttir við vøkrum svørtum og gráum kjólum vóru so avbera vakrar, so tað bar ikki til at sløkkja.
Ragnhild Steinunn er vælkendur vertur í íslendskum sjónvarpi og fyrrverandi miss Ísland.
- Kjólarnir eru designaðir av íslenska sniðgevanum Biritu Bjørnsdóttir. Hon hevur gjørt næstan allar kjólar og draktir, eg eri í, tá eg eri á skíggjanum, sigur Ragnhild Steinunn.
Birita Bjørnsdóttir hevur egna merkið Júniform og hevur handil miðskeiðis í Reykjavík. Hon er kend fyri at gera sermerkt pløgg, har onki er líka.
- Eg elski hennara klæði, hon er so dugnalig, sigur Ragnhild Steinunn Jónsdóttir.
Birita Bjørnsdóttir hevði eisini gjørt kjólan sum vinnarin Hera Bjørk var í.