Kjógvi fór langan veg

Ein ringmerktur føroyskur kjógvi fleyg teir 11.570 kilometrarnar úr Føroyum til Uruguay í Suðuramerika.

Kjógvi er ein hábarsligur fuglur, sum livir av at stjala føðina, serliga fisk, frá ternum, likkum og øðrum fuglum.

Hesin kjógvin varð ringmerktur á Akrabergi 15. Juni í 2004. Næstan átta ár seinni, 15. mars í ár varð fuglurin funnin deyður á La Barra Beach á atlantshavsstrondini í Uruguay.

- Hetta sigur okkum, at kjógvar úr Føroyum eru nógv meira um veturin har suðuri í Atlantshavinum, enn vit vistu frammanundan. Áður eru deyðir fuglar funnir við sterndurnar á Afrika, og okkara metingar eru, at fuglarnir óivað eru um veturin suðuri í Atlantshavinum, sigur lívfrøðingurin Jesper Johannes Madsen við heimasíðuna hjá universitetinum í Keypmannahavn.

Tað er sjáldan, at ringmerktir kjógvar, sum fyri tað mesta halda til á havinum, verða funnir aftur. Tí er tað so áhugavert við kjógvanum, sum nú varð funnin í Uruguay.

Ringmerkjamiðstøðin á náttúruvísindaliga savninum í Keypmannahavn er júst við at taka saman um eftir 100 ára ringmerkjan í Føroyum. Ringmekjanin er gjørd í samstarv við Náttúrugripasavnið í Føroyum.

Mynd: Jens-Kjeld Jensen