Í gjárkvøldið var seinasta umfarið og finalan í Ársins Songrødd í Ítróttarhøllini í Runavík. Vinnarin av kappingini gjørdist 18 ára gamla Kirstin Hansen av Toftum.
Ársins Songrødd hevur havt sína seinastu finalu nakrantíð, tí fyrireikarar hava boðað frá, at eftir hetta umfarið verður pakkað saman, og Ársins Songrødd fer í søguna.
Sostatt er Kirstin Hansen seinasti vinnarin av Ársins Songrødd nakrantíð.
Nummar tvey gjørdist Guðrið Vestargaard av Økrum, og nummar trý gjørdist Ari Farstad av Tvøroyri.
Fyrireikarar siga, at tað var sera trupult at taka dagar ímillum tey trý omanfyrinevndu, tí øll stóðu tey seg sera væl í kappingini.
Fyrireikarar siga eisini, at teir hava góðar vónir til, at Kirstin, Guðrið og Ari fara at gerast kend andlit innan tónleikaheimin í Føroyum.