Mikukvøldið verður pallurin í Kafé Kasper aftur latin upp singer-/songwritertónleikarum á veg fram.
Tá er tað tónleikarin Kirstin í Garði, ið fer at syngja og spæla. Hvørt mikukvøld eru tað tónleikarar, sum eru á veg fram, ið eiga pallin í Kafé Kasper.
- Hetta eru ungir og evnaríkir tónleikaraspírar, ið hava brúk fyri einum palli, har teir kunnu vísa sínar dygdir og samstundis menna evnini at føra fram.
Tað eru plátufelagið TUTL og Kafé Kaspar, ið hava gjørt avtalu um at brúka hølini við Áarvegin við tí søguliga tónleikanavninum, sum eitt slag av einum menningarpalli fyri mongu tónleikaspírarnar.