Kirsten Brix skrivað Ph. d-ritgerð um prosuskaldskapin eftir Regin í Líð

Føroya Fróðskaparfelag hevur givið út bókina Dialog i Babelstårnet. Analyse af Regin í Líðs fiktive prosaforfatterskab eftir Kirsten Brix. Henda bók er ritgerð, ið er góðkend til verju á ph.d.-stigi á Fróðskaparsetri Føroya. Bókin er nr. 34 í Supplementa-røðini hjá felagnum

BÓKMENTIR
Tíðindaskriv

Hetta er triðju ferð, at ph.d.-verja er við Fróðskaparsetur Føroya. Tann fyrsti var Jóannes Dalsgaard, sum í 1997 vardi ph.d.-ritgerð við heitinum Fylking, ið var ein rannsókn av verkamannarørsluni á Tvøroyri. Tann næsti var Andras Mortensen, sum í 2000 vardi ritgerð við heitinum Hin føroyski róðrarbáturin. Sjómentir føroyinga í eldri tíð. Henda ritgerð var nr. 26 í Supplementa-røðini.

Ritgerð Kirsten Brix er um prosuskaldskap Rasmus Rasmussens. Rasmus Rasmussen var undangongumaður av teimum sjáldsomu. Saman við Símuni av Skarði setti hann Føroya Fólkaháskúla á stovn í 1899. Hesin skúlin varð ein av hornasteinunum í arbeiðinum hjá tjóðskaparrørsluni. Hann undirvísti og skrivaði lærubøkur, var skrivari í Føroya Fiskimannafelag, limur í Løgtinginum og skrivaði ein hóp av greinum um m.a. politiskar og mentanarligar spurningar.

Um somu tíð arbeiddi hann vísindaliga við plantufrøðiligum evnum og gav í 1936 út meginverkið Føroya Floru.

Undir dulnevninum Regin í Líð skrivaði og týddi hann bókmentir, eitt nú norrønar klassikarar sum Vøluspá og Hávamál.

Eisini sum fagurbókmentaligur rithøvundur skrivaði Regin í Líð slóðbrótandi verk. Stuttsøgur hansara eru byrjanin til nútímans prosuskaldskap í føroyskum bókmentum. Hann skrivaði ta fyrstu skaldsøguna, Bábelstornið, eina naturalistiska skaldsøgu um tað tjóðskaparliga stríðið fram til 1906. Sum tann fyrsti føroyski rithøvundurin lýsir hann, við støði í einum føroyskum samtíðarveruleika, nútíðarmenniskjað sálarfrøðiliga. Í Dialog i Babelstårnet verður tann bókmentaligi hugaheimurin hjá høvundinum granskaður, hann verður settur í samband við virki høvundsins í tjóðskaparrørsluni og við samtíðarbókmentalig rák í norðurlendskum og evropiskum bókmentum.

Týðingin av skaldsøguni til danskt, sum høvundurin sjálvur greiddi úr hondum, og sum fólk hava hildið vera horvna, er komin undan kavi. Í einum sjálvstøðugum kapitli verða upprunaskaldsøgan og týðingin samanbornar og mettar.

Í einum uppískoyti aftast í bókini eru stuttsøgurnar í danskari týðing.