Kirkjuráðini í Havn og Hoyvík skipað seg

Sunnudagin, 1. sunnudag í advent, taka tey nýggju kirkjuráðini kring landið við. Í Dómkirkjuni og í Hoyvíkar kirkju komu bert ein listi inn, og hava tey nú skipað seg

Kirkjuráð

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Nú fyrsta sunnudag í advent taka nýggj kirkjuráð við kring landið. Nógv nýggj andlit eru helst at síggja í ymsu kirkjuráðunum, og serliga í Havn og í Hoyvík er kanska ringt at vita, júst hvør situr í kirkjuráðnum.

Í Dómkirkjuni, Havnar Kirkju, kom bara ein listi, so har var einki val. Nýggja kirkjuráðið hevði fund tann 17. november, og har skipaðu tey seg soleðis.


Ása M. Justinussen, forkvinna

Inga Dahl, næstforkvinna

Kartni Olsen, kirkjuverji

Hans Debes, kassameistari

Sólrún Michelsen, skrivari

Helgi í Brekkunum

Vagnur Michelsen

Andrias Sjóvara

Kaj P. Mortensen

Jacoba Funding

Ester Simonsen



Hoyvíkar Kirkja

Hoyvíkar kirkja er nú vorðin sjálvstøðug kirkjusókn. Har kom eisini bara ein listi inn, og var tískil einki val har heldur. Nýggja kirkjuráðið í Hoyvíkar Kirkju hevur skipað seg soleiðis.

Jákup Símun Simonsen, formaður

Uni Danielsen, næstformaður

Petur Even Djurhuus, skrivari

Bente Kjær, kirkjuverji

Heðin Mikkelsen, kassameistari (valdur av kirkjuráðnum uttanífrá)

Katrin Dahl

Anna Dahl-Olsen

Malan Rasmussen

Snorri Brend