Tað skal ikki bera til at at gifta samkynd í kirkjuni.
Tær fýra løgtingskvinnurnar, Sonja J. Jógvansdóttir, Bjørt Samuelsen Hanna Jensen og Kristianna Winther Poulsen, vilja hava, at verður uppskotið um samkynd hjúnalag samyktt, skal kirkjulógin broytast samstundis.
Tí hava tær lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta kirkjulógina, so at tað verður beinleiðis ásett í lógini, at tað bara eru pør av hvør sínum kyni, sum kunnu vígast, ella signast, í kirkjuni.
Í dag hava tær fýra lagt uppskot fram um um at loyva samkyndum at giftast borgarliga. Og tað skal koma í gildi tann 1. juli.
Tær hava lagt dent á, at ætlanin er ikki at samkynd skulu kunna giftast í kirkju, tí tey skulu bara kunna giftast borgarliga.
Men tað eru nógv, sum ikki trúgva teimum, tvørtur ímóti halda tey, at borgarlig vígsla er bara fyrsta stigið í royndini at fáa samkynd hjúnalag inn í kirkjuna.
Fyri at beina allan iva burtur, hava tær fýra sostatt eisini lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta kirkjulógina, so at tað beinleiðis verður fest í lógina, at tað bara eru fólk av hvør sínum kyni, sum kunnu vígast, ella fáa signing í kirkjuni.
Trýst HER og les, at nú er uppskot um samkynd hjúnalag lagt fyri løgtingið
Ella sum tey orða tað, tey vilja hava Løgtingið at samtykkja: Kirkjulig tænasta, ið snýr seg um vígslu ella signing kirkjunnar av hjúnabandi, fevnir um par av ymiskum kyni.
Tær siga, at talan er um eina broyting, sum er neyðug, nú ætlanin er at broyta hjúnabandslógina, so at samkynd kunnu giftast, tí endamálið er, at samkynd skulu bara kunna giftast borgarliga.










