Havnar Hornorkestur fer 29. november at hava kirkjukonsertir.
Klokkan 16 verður konsert í Vesturkirkjuni í Havn. Seinni sama dag, klokkan 20:00 spælir Havnar Hornorkestur í kirkjuni í Miðvági.
Á konsertini í Vesturkirkjuni fer eisini orkestrið Blásitokið, sum hoyrir undir Tórshavnar Musikkskúla, at spæla. Blásitokið er orkestur fyri óroyndar spælarar, sum hava spælt í 1-3 ár. Hetta er eitt harmoniorkestur, sum Peder Riis-Jensen stjórnar. Dirigentur hjá Havnar Hornorkestri er Ove Olsen.
Skráin hjá Havnar Hornorkestri fevnir rættuliga víða. Tildømis kann nevnast The Lost Chord av Arthur Sullivan, Deep Harmony av Handel Parker og Stígum Fast. Eisini er ein áhugaverd útseting av vakra gospel-lagnum Just a Closer Walk With Thee á skránni. Av tí at tað er 1. sunnudagur í advent verður eisini eitt sindur av jólatónleiki á skránni - tildømis ein útseting av sálminum Eg standi tíni krubbu hjá. Konsertin fer at enda við eini serligari útseting av gamla tignarliga sálminum Vár Guð er føst og haldgóð borg av Martin Luther.
Tað er bretin Ray Farr, ið hevur gjørt hesa útsetingina, har hann á meistarligan hátt samantvinnar gamla vakra sálmalagið við meira nútímans og ágangandi fanfarir og slagverk.
Havnar Hornorkestur telur meira enn 30 tónleikarar til konsertirnar sunnudagin. Orkestrið hevði eina líknandi konsert í Vesturkirkjuni í Havn 1. sunnudag í advent í fjør, men hetta verður fyrstu ferð, at orkestrið framførir í kirkjuni í Miðvági.










