Kirkjan við at syndrast

Peter O. K. Olofson tekur ikki svarið frá Kirkjumálaráðnum sum eitt persónligt tap. Men hann heldur tað vera eitt stórt tap fyri føroysku kirkjuna, sum verður fylt við ranglæru

? Svarið úr Kirkjumálaráðnum staðfestir, at eg, sum sóknarprestur, ikki havi ræði á, hvat prædikað verður fyri kirkjuliðnum meira enn 20 prosent av tíðini. Hetta kann sammetast við at vera hirði hjá seyðum tínum og fóðra teir 20 prosent av árinum, meðan onkur annar fóðrar teir 80 prosent av árinum. Og tú hevur hevur onga ávirkan á, hvat seyðurin fær at eta, líkamikið um seyðurin fær eitur ella ikki.

Peter O. K. Olofson hevur ikki samvitsku at halda fram við prestagerninginum í Fuglafjarðar prestagjaldi, nú Kirkjumálaráðið hevur kolldømt allar kærurnar móti Hans Jacob Joensen, bispi, og tí sigur hann seg úr starvi frá 1. mars komandi ár.


Kirkjan fylt av vranglæru

? Eg kann, sum bíbliutrúgvur prestur, ikki halda fram at vera prestur í Fuglafirði, tá bispur og Kirkjumálaráðið ynskja at fylla kirkjuna við vranglæru. Eg eri prestur fyri Jesus og ikki fyri fólkakirkjuna, og tí sigi eg meg úr starvi, nú kirkjan er farin at stríða móti kristnu læruni.

Peter O. K. Olofson sigur, at krøvini fyri at gerast og vera prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi eru vorðin tey, at tú góðtekur, at ein og hvør prestur í fólkakirkjuni - líkamikið læru ella levnað - skal kunna yvirtaka guðstænastuna í tínum kirkjuliðið, tá bispur hevur hug til tess. Og harafturat sigur hann, at sóknarpresturin skal vera noyddur at góðtaka, at guðsspottandi og følsk læra skal ljóða í kirkjuni.

? Fylgjan av hesum er, at fólk verða snýtt og drigin út í ótrygleika og myrkur. Ja, tey verða villeidd og glatast.

Hetta kann Olofson ikki góðtaka, sum hirði hjá seyðunum, og tí sigur hann seg úr starvi.

? Fyrr vóru krøvini fyri at vera prestur, at tú stóð á bibilskari grund, men tíverri er hetta ikki longur galdandi, sigur hann.


Skilir ikki Kirikjumálaráðið

Peter O. K. Olofson er alt annað enn nøgdur við svarini frá Kirkjumálaráðnum. Hann heldur tað vera ógvuliga løgi, at Kirkjumálaráðið skal hava brúkt so langa tíð til at viðgera kærurnar, tá svarini eru so stutt og ógrundað.

Sóknarpresturin í Fuglafirði fer so langt sum at siga, at hann metir tað vera bisp, ið gevur svarini. Hann vísir á, at øll átta svarini frá Kirkjumálaráðnum vísa beint til frágreiðingarnar hjá bispi, og harafturat er okkurt svar, ið beinleiðis er mótstríðandi móti lógini.

? Kirkjumálaráðið hevur í hesum málinum bert virkað sum ein avgreidslumyndugleiki, sum hevur avgreitt svarini frá bispi. Og tað haldi eg vera ógvuliga løgi.

Peter O. K. Olofson vísir á, at tað stendur í lógini, at prestar kunnu fáa bót, um sóknarpresturin ikki hevur góðkent tekstin, teir lesa upp undir deknaguðstænastuni. Men í svarinum frá Kirkjumálaráðnum stendur, at prestur ikki hevur heimild at avgera, hvat deknurin lesir. Tað er kirkjuliðið, ið hevur hendan avgerðarrætt.

? Hetta svarið stríðir beinleiðis móti lógini. Eg skilji ikki, at Kirkjumálaráðið sum myndugleiki kirkjurnar kemur við slíkum svari. Hetta prógvar bert, at svarini eru bisps.

Sambært Peter O. K. Olofson er niðurstøðan úr hesum svari, at presturin í Fuglafirði er ein prestur uttan embæti. Hann hevur bert myndugleika tá hann er til staðar undir guðstænastuni, og hetta góðtekur Olofson als ikki.


Bispur sjálvur umsett

Peter O. K. Olofson heldur tað vera løgna mannagongd, at Kirkjumálaráðið hevur heitt á bisp sjálvan, sum er partur av málinum, um at umseta skjøl, ið fyriliggja í málinum. Og uppaftur løgnari heldur hann tað vera, at tá bispur metir ávís skjøl at vera óneyðug at umseta, so góðtekur Kirkjumálaráðið hetta.

? Eg skal beinan vegin leggja afturat, at eg ikki veit, um Kirkjumálaráðið hevur biðið onkran annan umseta hesi skjøl, sum eg meti hava týdning, men tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, sigur fráfarandi presturin í Fuglafirði.

Skjølini, ið bispur metti vera óneyðug at umseta, eru sambært Olofson, brøvini frá fólkakirkjulimum til bisp um Olofson og brævaskiftið millum Olofson og bisp um lestrarbókina »Lívið spratt av kærleiks rót«.

Petur O. K. Olofson heldur, at svarini frá Kirkjumálaráðnum geva eina ábending um, at Kirkjumálaráðið als ikki hevur tikið hesi viðkomandi skjøl við í viðgerðina av málinum. Tískil loyvir hann sær at spyrja, um Jens Ulf Jørgensen og Marjun Egholm, ið standa fyri svarunum úr Kirkjumálaráðnum, yvirhøvur hava lisið øll skjøl í málinum.

Eitt annað, ið Peter O. K. Olofson fýlist á, er, at svarið til Andreas Andreasen, viðvíkjandi kæruni um vánaliga standin av prestagarðinum í Hvalba, verður sent til allar prestar í Føroyum, fólkakirkjulimir og fjølmiðlafólk.

? Eg vildi hildið, at tað var tann, ið kærdi, ið fekk svarið, og síðani kundi hann sent tað víðari til onnur, um hann helt tað vera viðkomandi. Um nakar annar hevði áhuga í at sæð hetta svar, kundi viðkomandi biðið um alment innlit.


Gjørt støðuna upp

Peter O. K. Olofson hevur ikki tikið avgerð um at fara víðari við málinum, hóast hann ikki er nøgdur við svarið. Hann hevur gjørt støðuna upp, og sigur seg úr starvi frá 1. mars ár 2000.

? Eg veit ikki, hvat eg ætli mær at gera, tá eg eri farin úr prestastarvinum. So langt havi eg enn ikki hugsað. Eg havi gjørt støðuna, sum hon nú er, upp við meg sjálvan, og longur eri eg enn ikki komi.

Vit spyrja Olofson, um tað kann hugsast, at hann fer at vera við til at stovna eina fríkirkju í Føroyum.

? Sum eg segði áður, so havi eg enn ikki hugsað frameftir. Men hatta við fríkirkjuni haldi eg má vera upp til kirkjuliðið.