Tað er 29 ára gamli strandingurin, Ivan Hansen, sum nú hevur yvirtikið kioskina. Ivan hevur seinastu trý árini arbeitt á heilsøluni hjá Poul Hansen í Havn, har hann m.a. hevur havt við góðgæti at gera. Ivan sigur, at hann fer at broyta kioskina, so hon verður meira kundavinarlig. Hann hevur longu nú gjørt nakrar smærri broytingar, men eftir ólavsøku verða størri broytingar gjørdar. Kioskin í Steinatúni hevur serliga stóran týdning fyri allar teir mongu borgararnar í býnum, sum dagliga brúka bussleiðina, tað er har tey keypa síni busskort og aðra tænastu, sum hoyrir til bussleiðina. Meðan Kiosk Steinatún hevur verið stongd, hevur hendan tænastan verið á Snarskivuni á Vaglinum. Býráðið eigur hølini, har kioskin húsast. Upp- og afturlatingartíðirnar eru nú broyttar soleiðis: Mánadag-fríggjadag frá kl. 7-22, leygardag frá kl. 8-22 og sunnudag frá kl. 13-22.